EB/Streymur vann í dag 3-0 á heimavøllinum við Margáir ímóti 07 Vestur. Vindurin argaði ikki so lítið, og viðhvørt var tað nógv aftur og fram og nógvir nærdystir. Heimaliðið vann fleiri nærdystir enn mótstøðuliðið, og heimamenninir vóru grammari í stríðnum um returbóltarnar.
Gutti Dahl Olsen setti hol á, tá ið eitt lítið korter var farið. Heimamenninir gjørdu skjótt av í høgru, og Gutti Dahl-Olsen var fyrstur á við nærra stólpa, tá ið Niklas T. Kruse legði innfyri, og Gutti Dahl-Olsen stýrdi bóltin í málið. So var 1-0, og EB/Streymur hevði betri tak á bóltinum enn mótstøðuliðið, sum fleiri ferðir var um ein háls, tá ið heimamenninir søktu at og spældu seg til innlegg úr báðum borðum.
Beinanvegin eftir steðgin skoraði EB/Streymur tvey mál, og so var alt avgjørt. Heimamenninir vóru grammari í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin sást, at teir høvdu betri hugburð og vóru øgiliga uppsettir at fáa málini, sum vóru neyðug fyri at vinna trivaliga leiðslu beinanvegin.
Í fyrsta minutti eftir steðgin var tað Jóhann Hansson Joensen, sum skoraði og økti um leiðsluna til 2-0 og við fínum máli. Gestirnir høvdu ikki fótað sær, og heimamenninir vóru framvegis ovurfegnir, tá ið tað var 3-0. Gutti Dahl-Olsen skoraði fyri aðru ferð.
Tølini siga, at tað ikki var so ójavnt í royndum ímóti málinum, og hjá 07 Vestur var Jasper Van Der Heyden eyðsýndur, tá ið hann fleiri ferðir breyt ígjøgnum í høgru og sneiddi fram á baklinjuna og inn ímóti málinum, men tað eydnaðist ikki at vinna møguleikan, sum bar mál við sær, og tá ið tíðin gekk undan var tað alt meiri greitt, at stigini fóru at vera eftir við Margáir, og at EB/Streymur nú er á fjórða plássi, meðan 07 Vestur framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum.
Næsti møguleikin hjá 07 Vestur verður um eina viku, tá ið B68 verður gestur í Sørvági. Tá fer EB/Streymur at spæla ímóti HB í Gundadali.
EB/Streymur – 07 Vestur 3-0 (1-0)
1-0: Gutti Dahl-Olsen
2-0: Jóhann Hansson Joensen
3-0: Gutti Dahl-Olsen
Dómari: Rúni Gaardbo
EB/Streymur: Kristian Joensen – Tóki H. Johannesen, Andras Ó. Olsen, Árni G. Olsen, Niels Pauli Danielsen – Dánjal Godtfred, Bogi Reinert-Petersen, Filip Djordjevic – Niklas T. Kruse, Gutti Dahl-Olsen, Jóhann Hansson Joensen
07 Vestur: Ari í Haraldsstovu Petersen – Høgni Egilstoft Nielsen, Mads S. Winther, Dánjal Pauli Lervig, Ári Arge – Hákun Edmundsson, Marius Hagen – Jasper Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen, Ronni Møller-Iversen – Mads Borchers