Jákup Joensen, Sumba
Tað var nú ótrúliga gott, at vit fingu eina politiskt óhefta rás, soleiðis at vit fáa fylgt við í tí, sum fer fram innan tingsins gátt. Vit hava skjótt funnið útav, at tað, sum útvarp og bløð bera fram, ikki er í samsvar við tað, sum veruliga fer fram, og vit hava ansað eftir, at mál og menn, sum ikki passa røttu skógvarnar, verða tagd burtur av fjølmiðlum okkara.
Henrik Old hevur allar dagar verið sum ein opnahjallur. Fullur í tíðindum um alt og øll, og altíð komin út gjøgnum allar miðlar. Men nú síðan vit fingu beinleiðis atgongd til løgtingið gjøgnum sjónvarpið, ella tingvarpið, nú sær verðin munandi øðrvísi út, enn vit hugsaðu okkum tað ? og nú kenna vit okkum villleidd, so tað munar.
Undir viðgerðini av fíggjarlógini lovaði Henrik Old, at vágbingar skulu koma bæði at nísta og pípa. Skúla skulu teir so ongan fáa, tað skuldi hann syrgja fyri. Og hann helt orð. Vág-bingar bæði nísta og pípa, og teir hava ongan skúla fingið.
Børn sum ganga í skúla tíma ikki at arbeiða fisk, segði álitismaður Javnaðarfloksins í vinnumálum, og tí er tað burturvið at lata tey ungu ganga í skúla. Tey skulu hava so lítla skúlagongd sum møguligt, annars rýma tey frá okkum, segði maðurin, sum sjálvur er rýmdur, og sum ikki brýggjar seg um at búgva millum okkum suðringar.
So skuldu vágbingar fáa eitt ellisheim var næsta boðið, men at teir skuldu gjalda tað sjálvir, og at hinar kommunurnar skuldu gjalda hetta heimið í Vági eisini, ja, tað skulkaði hann sær undan at siga nøkrum. Tað sum um galt, var at ríva niður ein skúla, ríva niður ein varða, ið aðrir høvdu laðað.
Og oyggin liggur øll í andaleypi og svartasta vónloysi. Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru politisk átøk framd fyri at drepa niður tað, sum var farið at spretta, samstundis sum man ikki hevur orkað, dugað ella viljað gjørt nakað ístaðin fyri.
Teir søgdu seg koma við eini Suðuroyarætlan, sum kortini einki kjøt var á, og sum einans var ein lýsing av tí sum aðrir høvdu gjørt frammanundan. Og tað ringasta av øllum er so tað, at vit umvegis tingvarpið hava hoyrt fleiri samgongumenn siga seg einki kenna til hesa Suðuroyarætlan, og tí ikki taka undir við henni.
Hví tey avgerandi tíðindini alla tíðina verða tagd burtur av fjølmiðlunum, eitt nú av útvarpinum, ja, tað er okkum ein gáta.
Tað var í stórum spenningi, at vit suðringar settust at lurta eftir orðaskiftinum um at byggja ein umsitingarbygning á Krambatanga seinasta fríggjadag. Hetta var so sanniliga eitt uppskot um økismenning, um at flyta almenn arbeiðspláss til Suðuroyar.
Men Henrik Old var skjótur at manna ta garduna, sum bara skuldi skjóta niður tað, sum aðrir royndu at byggja upp.
Útvarpið hevur verið á gosi í allan vetur, um tey vælsignilsi hendan samgonga vil veita Suðuroynni, men so eiðasørt vit hava hoyrt eitt orð, nú konkret uppskot um økismenning og almenn arbeiðspláss skuldu stovnsetast í somu oyggj.
Útvarpið hevur ikki grett eitt orð um, at uppskotið var framlagt, ei heldur at tað kom til viðgerðar. Fingu vit ikki ein møguleika fyri at fylgja við í tingvarpinum, so vistu vit einki.
Men tann møguleikan brúktu vit so nú fríggjadagin. Har fingu vit so eisini kunnað okkum um, hvussu óendaliga nógva orku, ið Henrik Old og samgongan leggur í at karva niður øll skilagóð uppskot til bata fyri almenn arbeiðspláss í Suðuroynni, uttan at vera før fyri at skapa nakað sjálvi.
Eitt dømi av mongum var uppskotið um at brúka einar 2-3 mió. kr. sum vóru játtaðar Øravíkar-Hov bergholinum til onnur arbeiði í Suðuroynni. Ikki talan um, segði Henrik Old, sum nærum fær berserkagongd, hvørja ferð okkara menn royna onkur frambrot fyri Suðuroynna.
Tað var ikki arbeiðandi úti um veturin, segði javnaðarmaðurin, sum legði trýst á tingið um at flyta pengarnar vestur í Vágar. Um tey hava øðrvísi vetur har vesturi er ikki gott at vita, men hetta er besta gerð eg havi gjørt í lívinum, hoyrdu vit Henrik Old siga, samstundis sum tað frættist, at Landsverk hevði sagt upp 5-6 monnum í Suðuroynni av teimum 8-10, sum mistu arbeiðið kring alt landið hendan veturin.
Fyri 10-15 árum síðan var tann stóra avreiðingin í gongd. Toll- og skatt, løgregla, strandferðsla o.a.m. er flutt úr syðru helvt, og manna millum gekk tosið um, at nú manglaði Henrik Old bara at flyta páskirnar norður á Tvøroyri eisini.
So langt kom tað tó ikki, og gott tað sama, men nú hann aftur hevur fingið vald, kennir hann sær ikki afturhald.
Meðan aðrir hava hálað, hevur Henrik Old lorað. At lora ein heilan skúla aftur undan hekkuni er eitt slag av heimsmeti í undirbrotligum býttiskapi og hevndarhugi mótvegis Tjóðveldisflokkinum.
Vit kenna mannin aftur frá Sumbiartunlinum. Hesin tunnil var valagn hjá honum og Javnaðarflokkinum eitt mannaminni líka til Tjóðveldisflokkurin kom framat og støðgaði lyftunum og framdi verkið.
At selja Teistan var eitt mistak. Vit hildu stóra afturstigið vera, at nú fór útflutningurin úr Suðuroynni fyri skeyti, meðan Henrik Old venaði seg um, at nú fekst ikki fatur á bíligum karamellum at egna við.
Skattalætta til tey ríku fyrst og fremst. Fólkið skal koma síðst, er nú verkætlanin hjá hesum talsmanni fyri meiniga mannin. Tær høgu inntøkurnar, har hann býr, fáa skattalættan, meðan tær lægru inntøkurnar her um okkara leiðir sita við svangan munn, og fingu ongan skattalætta.
Frælsi, javnaður og brøðralag var lopfjølin inn á ting, men innanfyri tinggáttina vendi rangan skjótt út. Frælsi er ein býur í Kina, og sama kann sigast um javna, brøðralag og arbeiðspláss.
Undir undanfarnu samgongu, tá suðringar áttu ein samgongumann, vassaðu teir í almennum arbeiðsplássum á fleiri almennum verkætlanum, samferðslu-havnini, djúphavnini og miðnámsskúlanum. Tíbetur vóru Henrik Old og teir ov seinir at støðga havnaløgunum, men tíverri lukkaðist teimum at støðga skúlanum, tá formarnir skuldu setast upp.
Hetta er størsta níðingsgerð móti ungdómi okkara, men so sera, sera eyðkent fyri Javnaðarflokkin at leggja á, har garðurin er lægstur. Vit sóu tað við skattalættanum móti teimum minni mentu og vit síggja tað aftur við skúlaforboðnum móti ungdóminum.
Skamm fái tykkum fyri niðurbrótandi verk tykkara.