Teir myrdu Alexander Litvinenko

Bretska løgreglan sigur seg nú vera vísa í, hvør tað var, sum beindi fyri fyrrverandi russiska KGB-manninum Alexander Litvinenko í London í november í fjør. Í hvussu er er Scotland Yard til reiðar at biðja russisku løgregluna og Interpol handtaka Vyatcheslav Sokolenko, Andrej Lugunov og Dmitry Kovtun, skrivar The Daily Mail. Teir tríggir hava arbeitt í russisku trygdartænastuni.