Teir næstbestu hava gott stev

2. deild: KÍ vann sannførandi sigur á TB, sum harvið misti møguleikan fyri 1. deildarfótbólti komandi ár

KÍ-TB 5-1 (3-1)


Úrslitið í Klaksvík leygardagin kundi bent á, at tað er alstórur munur á fótbóltsstøðinum í Klaksvík og á Tvøroyri. Bestu tvørámenninir taptu 5?1 ímóti teimum næstbestu klaksvíkingunum. Tað átti at sagt alt.

Men munurin er neyvan so stórur. Sannleikin er, at næstbesta liðið hjá KÍ hevur verið sera sannførandi eftir summarsteðgin. Og tá besta liðið ikki hevur staðið seg serliga væl, er spurningurin, hvussu stórur munurin hevði verið, um teir í bestu deildini høvdu spælt landskappingardyst ímóti teimum í næstbestu deildini.

Á KÍ liðnum vóru John Ryan, Tomislav Sivic, Allan Joensen og fleiri ungir og sera evnaríkir spælarar, t. d. Atli Danielsen, Jóhannes Færø og Símun Joensen, og í málinum høvdu teir Meinhard Joensen.

Tvørámenn vóru bragdligir fyrstu løtuna. Eftir hornaspark fingu teir bóltin í netið, men dómarin kolldømdi, tí hann helt, at fríspark var gjørt ímóti KÍ málverjanum. Í næsta álopinum fekk Bogi Johannesen, sum nú er fluttur aftur úr Danmark, mál. Og talan var um eitt fínt mál. Av vongverjanum í vinstru sneiddi hann framvið fleiri, áðrenn hann setti framvið KÍ málverjanum.

TB hevðåi bóltin ikki so lítið, men teir vóru ikki so vandamiklir frammanfyri málinum, sum klaksvíkingar vóru tað. Stóri spælarin hjá KÍ var Tomislav Sivic, sum eftir summarsteðgin aftur og aftur hevur víst, at hann er ein fínur fótbóltsspælari (alt ov góður til 2. deildarfótbólt).

Sivid átti uppleggið til útjavnandi málið, sum KÍ fekk skjótt aftaná, at TB hevði sett hol á. Allan Joensen skoraði úr seytjan metrum, eftir at Fríðin Ziskason hevði snittað.

Allan Joensen var við í nógvum ta løtuna, hann var á vøllinum. Eftir uppspæl frá Tomislav Sivic legði hann úr brotsteiginum KÍ framum, og so varð hann rikin av vøllinum fyri hevnisøku. Tomislav Sivic, sum aftur og aftur spældi sær við bóltinum, økti undan hvíldini til 3?1. Hann lobbaði upp um málverjan.

Í 2. hálvleiki varð Eyðun Gullok Svalbard rikin av vøllinum fyri ófantaliga takling. Fram ímóti dystarenda skoraði KÍ tvey mál afturat. Jóhannes Færø skoraði tað fyrra, eftir tvørbólt í brotsteiginum, og Fríðin Ziskason stútaði tað seinna eftir hornaspark.

jh


2. deild

KÍ?TB 5?1 (3?1)

0?1: Bogi Johannesen

1?1: Allan Joensen

2?1: Allan Joensen

3?1: Tomislav Sivic

4?1: Jóhannes Færø

5?1: Fríðin Ziskason