Teir føroyskir bátar, sum hava hug at fara undir Íslands at fiska, skulu sleppa avstað, uttan at noyðast at keypa kvotu frá øðrum føroyskum bátum, sum ikki brúka Íslandskvotuna.
Tað heldur Hendrik Old, løgtingsmaður, sum finst at mátanum, soleiðis sum landsstýrið umsitur kvotuna, vit fáa frá íslending
um.
Í Tinginu hevur Henrik Old nú reist ein skrivligan fyrispurning til John Petersen, fiskimálaráðharra um umsitingina av Íslandskvotuna
Hendrik Old hevur fleiri punkt at finnast at.
Fáa ikki líka
Hendrik Old vil m.a. hava at vita frá landsstýrismanninum, hví summir bátar fáa eina kvotu uppá 260 tons undir Íslandi, men aðrir bara fáa 130 tons.
? Eg vil hava at vita, hví landsstýrið bara vil geva summum bátum hálva íslandskvotu, meðan aðrir fáa heila kvotu, hóast allir annars hava líka nógvar fiskidagar undir Føroyum, sigur Henrik Old
Noyðast at keypa
Henrik Old finst eisini at, at teir, sum hætta sær undir Ísland at baksast við snelluni í stóran mun skulu noyðast at keypa kvotu frá øðrum bátum, sum ikki brúka íslandsloyvi.
Serliga finst hann at hesum, tí í fjør lupu eini 1.000 tons av føroysku íslandskvotuni av.
? Ikki minst kennist hetta órímiligt, tá ið vit hugsað nakað um, at vit í mong ár hava fingið kvotu frá íslandi fyri einki, uttan at lata nakað afturfyri.
Hendrik Old vísir á, at honum er komið fyri oyrað, at bátar framvegis hava íslandskvotu, hóast teir ikki hava brúkt hana í fýra- fimm ár.
? Talan eru um bátar, sum ikki brúka kvotuna, sum ikki ætla sær at brúka kvotuna, og sum ikki eru útgjørdir til at brúika kvotuna.
?Ístaðin liggja teir omaná einari henni, so at aðrir noyðast at keypa - hóast eini 1.000 tons, sum sagt, lupu av undir Íslandi í fjør.
? Tvs, at tann fiskin, sum føroyingar fáa ókeypis frá íslendingum, sleppa nakrir føroyingar at brúka sum handilsvøru, hóast fiskur loypir av.
? Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum man halda tað verða øgiliga stuttligt at fara undir Íslands við snellu, tá ið hann krevur, at bátarnir skulu noyðast at keypa sær kvotu, sum annars ikki verður brúkt og hóast eini 1.000 ikki verða brúkt.
Hann heldur, at tað er hættisligt ikki at brúka kvotuna, tí leypir kvota av ár um ár, kann tað eggja íslendingum til at minka hana, táið vit ikki brúka hana kortini.
? Somuleiðis kann tað henda, at íslendingar sjálvir finna uppá at selja okkum kvotuna, tá ið vit kortini brúka han sum handilsvøru.
Skulu fáa ókeypis
Hendrik Old spyr landsstýrismannin, um hann kann vátta, at skip hava fingið íslandsloyvi í ár, sjálvt um tey ikki hava roynt undir Íslandi seinastu 4-5 árini.
Somuleiðis spyr Henrik Old um ikki landsstýrismaðurin kann bera so í bandi, at skip, sum hava hug at fara undir Ísland skulu sleppa, uttan at noyðast at keypa kvotu frá teimum, sum hava fingið íslandsloyvi, men sum ikki hava hug at brúka tað.s