-Stórar kreftir hava roynt at steðga mær í at seta tænastumannakanning í verk, men eg havi nú gjørt mítt, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og í fíggjarnevndini segði við portalin í gjár, at hann hvørki vil lova løgmanni pengar ella stuðul til tænastumannakanningina, sum løgmaður nú vil seta í verk.
Jørgen Niclasen segði, at leisturin hjá fíggjarnevndini er, at skal ein játtan latast, skal hon finnast aðrastaðni. Altso at tað skal verða útreiðsluneutralt, soleiðis sum leisturin hjá fíggjarnevndini og samgonguni sum heild hevur verið.
- Um fíggjarnevndin ikki vil játtan 750.000 krónur til eina tænastumannakanning, so at álitið á politisku skipanina kann verða endurreist, so haldi eg tað er teirra skomm, sigur løgmaður.
Løgmaður heldur, at hendan útsøgnin hjá Jørgeni Niclasen var heldur løgin, og sigur samstundis, at stórar kreftir hava roynt at trýst hann seinasta mánaðin ella so, fyri at tænastumannakanningin ongantíð skuldi síggja dagsins ljós.
Hann vil ikki siga, hvørjar tær stóru kreftirnar eru.
Løgmaður sigur, at ágangurin á hann hevur verið stórur, men at hann nú hevur gjørt tað, sum hann á sinni lovaði frá tingsins røðarapalli.
-Eg ræðist onga kanning av mær í hesum málinum. Hendan tænastumannakanningin skal verja tænastumenn, og um Tænastumannafelagið vil meldað meg, so havi eg ongan trupulleika við tí, sigur løgmaður.
Tað tykist helst mongum løgið, at teir báðir tænastumenninir sleppa at sita í starvinum, meðan kanningin verður gjørd, men tí vísir løgmaður aftur.
-Tað er ein ivi í hesum málinum. Og tann ivin skal koma teimum til góðar staðfestir løgmaður.
Meira verður at frætta um hetta málið í tíðindunum hjá Rás2 á middegi.