Teir sigla omaná toski

Tað sæst meira og meira til tosk í Grønlandi. Kári við Stein greiðir frá, at teir fleiri staðni kenna tað sum teir sigla omaná toski. Her er hansara frásøgn dag fyri dag

17. november

Regina C kom til Manitsoq at landa í morgun. Teir hava gott 530 tons inni, ein góður túrur hjá teimum.
Frætt er frá Polar Aassik. Teir vóru á veg inn at landa í Aasiat fyri triðju ferð, síðani henda manningin kom umborð. Fiskaríið er nógv minkað hjá teimum. Bæði teir og Polar Natarnaq royna uppi á Diskobankanum fyri tíðina.
Teir kanadisku svartkalvabátarnir eru rýmdir undan ísinum. Teir hava fingið nógvan svartkalva í ár.

19. november

Polar Natarnaq kom inn til Aasiat at landa í morgun. Teir hava um 160 tons inni. Teir vóru herfyri inni í Aasiat og løgdu um tað sama upp. Tá høvdu teir fiskað í ein mánaða tilsamans gott 500 tons. Steffen C er inni í Manitsoq og landar í dag. Her er nógvur toskur, men støddin er onki at snakka um. Eg havi bjóðað mær at keypa høvd frá teimum av toski, sum er stødd 90 cm og upp eftir, men eg havi einki høvd fingið enn.

22. november

Frætt er frá Ocean Tiger, at teir hava fingið uppí og eru á veg til Harbour Grace í Newfoundlandi at landa, og teir verða har mikukvøldið. Fiskaríið hevur verið gott hesa seinnu tíðina. Teir royna nú í canadiskum sjógvi.

23. november

Lómur kom til Illulisat at landa í morgun gott 100 tons. Teir skifta fólk nú eisini. Hesar tveir mánaðir hava teir fiskað gott 1.500 tons, sum teir hava avreitt 12 ferðir. Túrarnir plaga at vara 3-4 samdøgur, men virkið í Illulisat hevur hildið teimum aftur so at siga fyri næstan hvønn túr. Tað eru ov nógvar rækjur, so virkið klárar ikki at arbeiða undan.
Markus kom inn til Aasiat at millumlanda í morgun.

25. november

Akamalik kom inn at landa seinnapartin. Har er alt fult hjá teinum. Tað var ein stórur dagur har umborð. Yvirstýrimaðurin Meinhard Johannesen úr Vágunum fylti 50 ár. Hann fekk flottar gávur frá teimum umborð.

28. november

Í dag er frætt frá Sisimiut, at teir fóru framvið Reykjanes í dag á veg til Føroyar.
Eg hoyrdi í dag frá einum manni, sum býr inni í Sarfanguaq, bygdin, sum liggur inni á botni í Amerloqfjøðrinum, at teir sigldu oman á toskinum. Teir sóðu toskin undir bátinum, og nú er avreiðinga stop!!
Tað sama sigst niðri í Godthåbsfjørðinum, sum stendur fullur av toski.


Myndir

1.
Føðingardagsgávur til føroyska stýrimannin á Akamalik

2.
Teimum á Akamalik dáma væl harur. Tær útvegar Kári teimum. Her sæst ein grønlendsk hara.