»Teir sjey svanirnir« á fløgu

Nýggj fløga við føroyskum ævintýrum

Seinasta útgávan hjá Tutli í ár kom út í gjár. Hetta er ein fløga, ið eitur »Teir sjey svanirnir«, og hon er ein endurútgáva av bandinum við sama heiti, ið kom út fyri trimum árum síðani.
Á fløguni eru átta føroysk ævintýr, ið Jakob Jakobsen og Símun av Skarði savnaðu saman ymsastaðni í landinum móti endanum á 19. øld. Ævintýrini eru "Vakurleikin og beistið", "Kongaríkið Verðsins Endi", "Drongurin, ið burturtikin varð av havfrúnni", "Krákudóttir og Kalsdóttir", "Revur og bjørn", "Øskudólgur", "Skræddi kjálki" og "Teir sjey svanirnir". Tey snúgva seg, sum vera man, um bæði líkt og ólíkt. Tað er Kári Sverrisson, ið lesur ævintýrini og spælir tónleikin, ið er á fløguni.
Upptøkurnar vórðu gjørdar í sambandi við barnasendingar í Útvarpi Føroya fyri fýra árum síðani.
Bárður Jákupsson hevur gjørt kápumyndina.a