Teir skuldu við flogfarinum

Gekk sum tað skuldi hevði verksmiðjustjórin á Leirvik MC, Bjørn Arne Njøs ferðaseðil við flogfarinum.

- Eg skuldi við flogfarinum á ein fund í Molde. Nú fari eg ikki at seta meg aftur í eitt flogfar.
- Beint nú siti eg bara og hugsi um tey, sum helst eru inni í brennandi flogfarinum, sigur Bjørn Arne.
Eitt annað ferðafólk, sum eisini skuldi við sama flogfari  Sigmund Brakedal úr Bømlo  greiðir soleiðis frá:
- Flogfarið megnaði ikki at steðga. Eg gerist stúrin, tá eitt flogfar ikki megnar at steðga.