Føroyski landsliðsvenjarin tykist ikki hava gáað so nógv eftir, at tað í dag í størri mun verður góðtikið, um ein Tem Hansen ella ein Christian Lamhauge Holst verður tikin út til landsliðið.
Men tá prátið fellur á hetta, ásannar hann, at talan uttan iva er um eitt rák, sum eisini er komið til okkara.
- Hyggur tú eftir fótbólti, so hevur hetta vundið upp á seg alla staðni kring knøttin. Ofta skalt tú leita væl og leingi, áðrenn tú finnur ein breta á liðunum hjá eitt nú Chelsea ella Arsenal. Og her heima hava bæði havnarliðini í stóran mun bygt síni lið á spælarar, sum koma uttanífrá. Tí er tendensurin helst, at hetta í dag nógv lættari verður góðtikið av áskoðarunum, enn tað varð fyri bara fáum árum síðani.
- Hinvegin, so kanst tú siga, at vit – kanska ótilvitað – hava havt hetta í huganum, tá vit hava tikið slíkar spælarar út. Í øllum førum hevur okkara hugburður verið, at hesir spælarar veruliga skulu kunna geva liðnum nakað. Tað skulu ikki bara rúgva upp á einum plássi, sum ein heimligur spælari kundi røkt eins væl.
- Í so máta kanst tú væl siga, at nálareygað er minni. Og sum heild haldi eg eisini, at vit hava livað upp til hendan setningin. Eitt nú hildu vit ikki, at Christian gjørdi nóg stóran mun, tá hann var á landsliðnum fyri tveimum árum síðani. Seinastu tíðina hevur hann tó skotið mál í hópatali fyri Lyngby, og tí halda vit tað nú vera rætt, at spælarin aftur er við.
- Somuleiðis er Tem Hansen ein spælari, sum vit hava fylgt yvir longri tíð. Vit hava fleiri ferðir fingið góð skoðsmál um hansara avrik, og tí gjørdu vit av, at hann skuldi við á venjingarleguna. Har fingu vit so høvi at síggja hann í sjey venjingum og trimum dystum, og tí hava vit nú eitt veruligt grundarlag at meta um hansara avrik
- So samanlagt er svarið helst, at hetta er nakað, sum vit hava havt í huga, tá hópurin verður tikin út, heldur Jógvan Martin Olsen.