Teir skulu vera hjartaliga vælkomnir til Føroya

Eg eri fegin um, at ameriknarar føla seg betri tilpassar í Føroyum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum

Tað hevur verið sum lundi á jólanátt at síggja amerikansk herskip í Føroyum. Men tað er tað ikki longur. Fyri eini góðari viku síðani fór kjarnorkurikni amerikanski kavbáturin, Indiana, oman ígjøgnum Nólsoyarfjørð og á vegnum tóku teir ein mann umboð, sum skuldi við. Og nú í morgun kom systurskipið, John Warner, eisini í Nólsoyarfjørð og sum vit skrivaðu í morgum, legði amerikanski oyðarin, USS Porter, at í Runavík.

 

##med2##

 

Jenis av Rana sigur, at kavbáturin, sum var her í morgun, kom við einum sjúkum manni, sum varð settur av í Føroyum tí hann skuldi undir læknahond. Og hann leggur dent á, at amerikansku herskipini skulu vera hjartaliga vælkomin í Føroyum.

 

– Tað eru uttan iva fleiri herskip um okkara leiðir, bæði skip og kavbátar, men eg veit ikki, hví tey ikki hava gjørt meiri burtur úr at koma til Føroyar at fáa ymsar veitingar, sigur landsstýrismaðurin. Hann hevur spælt sær við tankan um, at tey eru heldur farin til Noregs, ella til Bretlands fyri ikki at provokera føroyingar.

 

– Men heilt síðani hendan samgongan varð skipað, hava vit alla tíðina lagt dent á, at vit eru ein tjóð, sum hoyrir vesturheiminum, og eg haldi, at amerikanarar hava varnast, at vit eru ein vinarlig og framkomin tjóð, leggur hann afturat.

 

Hann sigur eisini, at hann er fegin um, at teir føla seg betri til passar í Føroyum nú, enn teir kanska hava gjørt. Jenis av Rana ivast ikki í, at hetta er eitt dømi um, at áhugin fyri Føroyum er veksandi. Men talan er ikki um hernaðarligt virksemið, tí teir eru her fyri at skifta manning, vit sjúkum fólki og fyri at fáa ymsar tænastuveitingar – og eg taki tað ikki fyr meiri enn tað, sigur jenis av Rana.