Eitt orðatak sigur: Allur bati bøtir. Hetta kann beinleiðis nýtast um okkum borgarar, tí um vit verða hoyrd, tað vil siga, um býráðið veruliga lurtar og ger onkrar bøtir á okkurt, sum vit borgarar gera vart við, so fáa vit eina kenslu av, at býráðið er fyri okkum og hugurin at halda fram at búgva her bara veksur.
Sjálvandi skal eitt býráð taka stórar avgerðir um dýrar verkætlanir og sikra ein burðardyggan vøkstur fyri kommununa, men tað er týdningarmikið, at býráðið ikki er so fremmant fyri tann “vanliga” borgaran.
Í samband við innslag í Degi og viku síðsta fríggjadag, so vóru borgarar í Tórshavnar kommunu spurdir um ynski, ið tey høvdu fyri økið, har tey búðu. Fyri meg ljóðaði fleiri av ynskjunum sum smálutir fyri eina so ríka kommunu sum Tórshavnar kommunu og undrar tað meg, at hetta ikki er í fokus. Men sum sagt, allur bati bøtir og um hesir smálutirnir verða raðfestir, so vil tað gera mun.
Sjálv ynski eg at býráðið skal raðfesta viðlíkahald hægri og her meini eg viðlíkahald í allari kommununi. Rennur og vegjaðarar skulu haldast og gravast fyri vøkstur, sum tippir fyri frárensl av vatni, sum t.d. í Kirkjubø.
Gøtur, sum eitt nú gøtan frá dagstovninum Flatnagarði í Kaldbak og oman gjøgnum bygdina, skulu haldast fríar fyri gras og annan vøkstur. Nógva staðni eru vegaskelti skitin ella fjald av vøksti, so tað er trupult at lesa. Á Velbastað er ynskiligt at kommunan hampar um Gerðisbreyt.
Tá útstykkingin varð gjørd á sinni, varð ikki hampað um skráarnar og tí liggur grót/steinar ofta á vegnum til ampa fyri ferðsluna og samstundis er tað ljótt at hyggja uppá. Undir Borgarhálsi, eisini á Velbastað manglar forstovskantur og skuldi ein bilur farið á glið, so er tað beint útav! Viðlíkahald av gongubreytum og gonguteigum skal eisini raðfestast og gongubreyt, sum t.d. í Líðini í Kollafirði skal sjálvandi gerast.
Nógv eru dømini og kenni eg til fleiri, eisini á økjum, sum ikki eru umboðaði í tekstinum omanfyri. Nú er kommunuval um 8 dagar og tú hevur møguleika at hava eina ávirkan. Velur tú meg og eg komi eg í býráðið, so vil eg m.a. gera nakað við smálutirnir!
Býráð fyri borgaran
Sára Gullfoss, valevni Javnaðarfloksins til kommunuval 10. november 2020