info
Ongi úrslit

Nakrir trolbátar landa í næstu viku

Tveir trolbátar eru norðan fyri, og ein er á Skeivabanka, har teir fáa mest av havtasku, upsa og longu.

Vilmund Jacobsen
16. september 2022 kl. 16:04

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku. 

- Øll skipini fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Tvey partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði, og hetta er helst longsta gulllaksavertíð í nøkur ár.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði í bretskum sjógvi. Teir koma helst inn at landa síðst í næstu viku.

Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari eisini fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi. 

- Í løtuni eru tveir trolbátar norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski. 

Sagt verður eisini, at ein trolbátur er á Skeivabanka. Teir fáa mest av havtasku, upsa og longu.

- Allir teir smáu trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Tvey fiska havtasku, og her er fiskiskapurin skiftandi.

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglan stovnar nýggja fyribyrgingareind

4 minuttir síðan
Tíðindi

AfD vil tosa við allar flokkar um at skipa stjórn

56 minuttir síðan
Tíðindi

Vildi heldur havt friðartiltak enn hernaðarvenjing

1 tími síðan
Tíðindi

Putintrúgvur flokkur fær nærum helvtina av atkvøðunum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Ríkisfelagsskapurin gevur atgongd til fleiri tvískattaavtalur

2 tímar síðan
Tíðindi

Trygdarskapandi tøkni kann fáa størri leiklut í vælferðini

2 tímar síðan
Tíðindi

AfD størsti flokkur – flokkurin hjá Merz nærum undir sperrumarkinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Bárður: Føroyingar skulu ikki kenna seg ótryggar

3 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarar og djúpvatnstrolarar koma inn at landa í vikuni

4 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederik­sen: Havi eitt sera gott sam­band við Trump

4 tímar síðan
Tíðindi

Fýra frystilínuskip í føroyskum sjógvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona er nú fimtfremst í italsku Seriu B

5 tímar síðan