Í dag er stórur fótbóltsdagur í Íslandi. Klokkan umleið 21.40 í kvøld er stórur møguleiki fyri, at íslendskur fótbóltur hevur rokkið sínum størsta máli nakrantíð. Klokkan 19.45 byrjar EM-undankappingardysturin hjá Ìslandi ímóti Kasakstan, sum hevur bert fingið eitt stig í hesari undankappingini. Fáa íslendingar bert ein javnleik, so eru teir tryggjaðir fyri fyrstu nakrantíð at taka lut í einum EM-endaspæli, og verða teir minsta tjóð nakrantíð, sum hevur tikið lut í einum endaspæli.
Lettland (EM 2004) og Trinidad og Tobago (HM 2006) eru higartil minstu tjóðirnar, sum hava tikið lut í endaspølum í fótbólti.
Størsti miðil í Íslandi, Morgunblaðið metir, at Lars Lagerbäck, høvuðsvenjari fer at byrja inni við somu manning, sum vann 1-0 á Niðurlondum í Amsterdam hóskvøldið, og, sum vann 2-1 á Kekkia á Laugardalsvøllinum í juni. Morgunblaðið skrivar, at um nøkur broyting verður, so verður tað Eiður Smári Guðjohnsen ella Alfreð Finnbogason, sum tekur plássið hjá Jón Daða Bøðvarsson í álopinum.
Morgunblaðið metir, at hetta verður byrjanarliði hjá Íslandi á Laugardalsvøllinum í kvøld: (4-4-2) Málverji: Hannes Þór Halldórsson. Verja: Birkir Már Sævarsson, Kári Árnason, Ragnar Sigurðsson, Ari Freyr Skúlason. Miðja: Jóhann Berg Guðmundsson, Aron Einar Gunnarsson, Gylfi Þór Sigurðsson, Birkir Bjarnason. Álop: Jón Daði Böðvarsson, Kolbeinn Sigþórsson.
Dysturin byrjar klokkan 19.45, og fara vit allir fótbóltshugaðir føroyingar at rópa "Áfram Ìsland" í kvøld. Dysturin sæst á RÚV á Televarpinum.