- teir spældu einastandandi væl

Venjarin hjá strandingum, Jónleif Sólsker, var ikki vónbrotin eftir dystin leygardagin. Hann helt, at strandingar høvdu gjørt sítt besta, men at slovakarnir vóru so góðir, at har var einki við at gera

Leikandi venjarin hjá strandingum segði eftir dystin, at hann helt dystirnar móti HK VSZ heldur vera eitt upplivilsi enn eina avbjóðing. Teir eru meistarar í einari sterkari hondbóltstjóð, og Jónleif Sólsker var innast inni greiður yvir, at strandingar ikki fóru at megna at hótta slovakarnar.

Blivu revsaðir hvørja ferð

Jónleif segði, at tað bar ikki til hjá strandingum at gera eitt mistak og missa bóltin til hinar, tí tað kostaði beinan vegin mál. Hetta heldur Jónleif eisini vera størsta munin á føroyskum og altjóða hondbólti, tí í Føroyum hevur tú ráð til at gera tekniskar feilir, uttan at tað kostar tær nakað.

Hann helt eisini, at kropsliga styrkin hjá slovakunum gjørdi, at teir so at siga altíð sluppu fram við strandingum í álopinum. Haraftrat var tað ógvuliga trupult at fáa bóltin av teimum, tí teir vóru so bólttryggir.

Væl nøgdur við avrikið hjá sínum leikarum

Venjarin hjá strandingum var væl nøgdur við avrikið hjá sínum leikarum eftir dystirnar, og hann helt ikki, at áskoðararnir kundi havt kravt nógv meiri av teimum. Í hesum sambandi nevndi Jónleif, at tað er ótrúligt, sum fólkið inni á vestara armi av Skálafjørðinum stendur væl saman um sítt hondbóltslið og stuðlar teimum. Eisini helt hann, at áskoðararnir vóru nøgdir við dystirnar, og at tey høvdu fingið eina góða hondbóltsuppliving.

Um HK VSZ var besta liðið, ið Jónleif nakrantíð hevur spælt ímóti, visti hann ikki heilt at siga, tí einaferð fyrst í nítiárunum leikti hann við Kyndli ímóti íslendsku meistarunum úr Vali í Europa Cup, og tað liðið var næstan bara mannað við íslendskum landsliðsleikarum, og Valur kom eisini í hálvfinaluna í Europa Cup tað árið. Hann helt tó, at neyvan hava slovakarnir staðið nakað aftan fyri íslendska liðið.

Jónleif Sólsker helt, at bæði Alexandur Johansen og Pauli Hansen vóru saknaðir (teir sótu uttan fyri við skaða, blðm.), men hann vónar, at teir vera klárir, tá ið landskappingin fer í gongd.

Um ein góðan mánað fara strandingar til Íslands á venjingarlegu beint undan kappingarbyrjan, og tá skulu teir spæla einar tríggjar venjingardystir móti íslendskum liðum.

At strandingar høvdu verið eitt sindur óhepnir við sínum lutakasti, var Jónleif samdur í, men hann sigur, at hinvegin hava vestmenningar verið hepnari, og hann væntar, at VÌF kann standa sínum finska mótstøðuliði mát, tá ið teir skulu royna seg í Europa Cup komandi vikuskifti.