AWI 33
AWI 33 er bygdur í samráð við føroyska fiskimenn. Endamálið við bátinum er, at hann skal vera arbeiðsligur og hóska til føroyska veðurlagið. Úrslitið er ein harðførur AWI 33, ið ger lívið sum útróðrarmaður lættari. Dekkið, sum er slætt, er 19,5 fermetrar og kann uppskottast eftir ynski. Pláss er fyri 6 snellum, línuspæli, línurennu ella egningartrakt. Pláss er fyri upp til 40 stampum í AWI 33, sum annars er góðkendur at lasta 10.000 kilo. Í lugarinum eru tríggjar koyggjur og ein V-formaður bonkur, sum ger, at upp til fimm mans kunna sova umborð. Stýrihúsið er rúmligt, pláss er fyri allari nútímans útgerð, og útsýnið úr húsinum er gott. Báturin kann eisini latast sum brunnbátur, ið kann flyta eina last uppá 14 rúmmetrar.
AWI 33 er typugóðkendur av Det norske Veritas og verður bygdur sambært "Meddelelse F" hjá Sjófyrisitingini. Bátarnir, sum fara til Grønlands, lúka treytirnar hjá "KIS rekommandationer".
Longdin er 10,43 metrar, breiddin 3,75 metrar og dýpdin er 1,67 metrar.
AWI 35
AWI 35 er bygdur eftir nútímans leisti, sum tryggjar betri útnyttan av lastini. Lastin tekur 9-12 kør á 380 litrar. Tilsamans lastar hann umleið 12.000 pund.
AWI 35 kann útgerast við allari nútímans útgerð. Eitt nú wc, brúsu, sjónvarpi, mikroovni, heitum og køldum vatni, gass-kókiplátum, kuldaskápi ? alt eftir ynski. Sum standard eru tvær koyggjur, V-formaður bonkur og borð í lugarinum. AWI 35 kann eisini byggjast sum ferðamannabátur við yvirdekkaðum dekki við bussstólum og panoramarútum.
Longdin er 10,60 metrar, breiddin 3,44 metrar og dýpdin er 1,59 metrar.
AWI 39
AWI 39 er ein víðari menning av AWI 33 og hevur báturin sama góða stabiliteten sum AWI 33. Lastin er 14 rúmmetrar, og er dekkið er einar 26 fermetrar. Hetta ger, at báturin er sera arbeiðsligur. Dekkið kann uppskottast eftir ynski, og pláss er fyri 8 snellum umframt øllum sum krevst til línudrift við upp til 60 stampar. Pláss er eisini fyri egningarmaskinu. AWI 39 lastar 32.000 pund.
Í lugarinum eru tríggjar koyggjur, benkur og borð. Stýrihúsið er rúmligt og væl innrættað við vaski og gasskókiplátum. Útsýnið úr stýrhúsinum er gott, og bestu umstøður eru til øll nautisk tól. Báturin verður bygdur sambært krøvum frá Skipasýninum.
Longd er 10,98 metrar, breiddin 4,15 metrar og dýpdin er 1,85 metrar.
AWI 45
AWI 45 er seinasta sniðið hjá AWI-Boats. Lastin tekur 18?20 kør á 380 litrar, og hann lastar tilsamans 36.000 pund. AWI 45 kann útgerast við allari nútímans útgerð - eftir kundans ynski. Sum standard eru fýra koyggjur, V-formaður bonkur og borð í lugarinum.
Longdin er 13,75 metrar, breiddin 4,60 metrar, og dýpdin er 1,40 metrar.