Roger Byrne: 28 ár. Hann var ein álítandi og tekniskt góður vinstri bakkur. Hann var liðskipari, og verður ofta nevndur tann fyrsti “Busby Babe”, tí hann fekk sín fyrsta dyst í 1952, har hann skoraði 7 mál í 6 dystum. Tá leikti hann sum vinstri vongur, og var við til at tryggja Matt Busby tað fyrsta meistaraheitið. Byrne leikti 33 landsdystir fyri Ongland.
Eddie Colman: 21 ár. Var frá Manchester-býarpartinum, Salford. Hann leikti sum høgri hálvbakkur. Hann var altíð væl klæddur, og var ein ógvuliga sjarmerandi ungur maður.
Mark Jones: 24 ár. Var eitt álit í verjuni. Var sterkur sum ein klettur. Jones hevði eitt róligt sinni, og tað avspeglaði eisini frítíðarítrivið hjá honum, har hann fekst við brævdúgvir.
Duncan Edwards: 21 ár. Edwards leikti saman við Colman á miðvøllinum. Duncan Edwards verður mettur at verða besti leikarin, sum Ongland nakrantíð hevur fostrað. Hann var ein risi á vøllinum. Hann hevði skjótleika, góðan teknikk, og eina ótrúliga likamsstyrki. Edwards leikti 18 landsdystir fyri Ongland.
Liam “Billy” Whelan: 22 ár. Frá síni posisjón, sum høgri innari vongur var Whelan ógvuliga kreativur í sínum spæli. Hann var ógvuliga málfarligur. Í 1957 skeyt hann 26 mál í 39 dystum fyri United. Whelan leikti 4 landsdystir fyri Írland.
Tommy Taylor: 26 ár. Taylor hevði kelinavnið “The Smiling Executioner”. Sum Centre-forward var hann ein veruligur “Targetman”, og hann var framúr við høvdinum. Hann vann nógv við sínum smíli. Ein klassiskur nummar 9, sum í 4 ár var tann einasti leikarin Busby keypti til United. Taylor var sjálvsagdur sum centre-forward á enska landsliðnum. Hann fekk 19 landsdystir fyri Ongland.
David Pegg: 22 ár. Ein vinstri vongur, sum kann samanberast við Ryan Giggs. Lítil av vøkstri, tekniskt góður, og við evnunum at fara framvið baklinjuni og koma sær inn í málfeltið. 40 ár áðrenn Beckham var Pegg tiltikin fyri sítt hársnið. Hann fekk ein landsdyst fyri Ongland.
Geoff Bent: 25 ár. Sum vinstri bakkur var hann eykamaður hjá Byrne, og tí fekk hann ikki so nógvar dystir á besta liðnum, sum talentið annars gav rætt til. Hann skuldi av fyrstan tíð ikki verið við til dystin í Beograd. Men dagin fyri, at Manchester United fór avstað til Beograd ringdi Matt Busby til Geoff Bent, tí Roger Byrne hevði ein minni skaða. Konan og ein nýføddur sonur sótu eftir í Manchester. Tað fylgdi Matt Busby alt lívið, at hann hevði tikið liðið út á eina langa ferð í Evropa. Men lagnan hjá Bent var tað, sum plágaði Matt Busby mest.
Hini sum doyðu:
Tíðindamenn: Alf Clarke, Don Davies, George Follows, Tom Jackson, Archie Ledbrooke, Henry Rose, Eric Thompson og Frank Swift.
Venjarar og starvsfólk hjá Manchester United: Walter Crickmer, Bert Whalley og Tom Curry.
Starvsfólk umborð á flogfarinum: Kenneth Rayment og Tom Cable.
Onnur: Bela Miklos og Willie Satinoff.
Matt Busby vóru undir at byggja eitt nýtt lið upp. Í 1963 eydnaðist tað at vinna ensku steypakappingina. Ì 1967 eydnaðist tað at vinna enska meistaraheitið, og í 1968, júst 10 ár aftaná flogvanlukkuna í München vann United Evropa Cup fyri meistaralið, aftaná 4-1 sigur yvir Benfica við Eusebio á liðnum.