Teir ungu fáa møguleikan

Næstseinasta umfar í bólkaspælinum í Champions League verður í kvøld og í annaðkvøld, og Chelsea skal í eldin á heimavølli móti MSK Zilina í kvøld.

 

Slovakiska liðið hevur einki stig fingið enn, og Chelsea skal bert hava eitt stig í tveimum teimum seinastu dystunum í bólkaspælinum fyri at vera vísir í at vinna bólkin.

 

Chelsea hevur stórar trupulleikar í miðverjuni, og móti Sunderland næstseinasta sunnudag vóru teir púrasta úti at svimja. Bæði John Terry og Alex vóru skaddir, og hóast Alex var við seinasta leygardag, verður hann spardur í kvøld.

 

Ungi Jeffrey Bruma kemur inn í miðverjuna saman við Branislav Ivanovich, og unga stórtalentið, 17-ára gamli Josh McEachran, verður at finna á miðvøllinum.

 

Dystirnir í kvøld eru:

 

Bólkur E

AS Roma-Bayern München

Basel-CFR Cluj

 

Bólkur F

Spartak Moskva-Marseille

Chelsea-Zilina

 

Bólkur G

Ajax-Real Madrid

Auxerre-AC Milan

 

Bólkur H

Braga-Arsenal

Partizan Beograd-Shakthar Donetsk

 

Allir dystirnir byrja klokkan 19.45 uttan dysturin millum Spartak Moskva og Marseille, ið byrjar klokkan 17.30.