U21 landsliðsvenjarin hjá Danmark, Keld Bordinggard, heldur, at ungir danskir spælarar skulu ikki fara til útlandið at spæla fótbólt. Teir skulu heldur hava tol, verða heima í Danmark og menna seg.
- Tað ringasta, sum kann hendan fyri ein ungan spælara, er, at hann fer til útlandið, men ikki fær neyðugu spælitíðina til mennast, sigur Bordinggard við BT.
Hann heldur, at summir ungir spælarar ongantíð koma fyri seg aftur, eftir at teir hava havt eina miseydnaða tíð uttanlands.