Høgni Klein hjá Kyndli var sum vera man vónsvikin eftir dystin móti H71 sunnudagin.
- Spyr meg ikki, hvat vit gjørdu, men vit skora í øllum førum ov fá mál. Bara seks mál í ein hálvleik er bara ikki nóg gott, ljóðaði kontanta staðfestingin.
Var tað kanska so, at tit í hálvleikinum longu hildu tykkum hava vunnið dystin?
- Nei. Móti H71 hevur tú ongantíð vunnið, fyrr enn dysturin er liðugur. Men teir stríðast betri enn vit eftir steðgin, og yvir høvur eru teir ídnari. Og tað mugu vit so læra av, heldur hann.
Við verandi skipan, har talan verður um finaludyst, so nýtist talan ikki at vera um nakað katastrofalt tap. Men Høgni staðfestir, at liðið heilt skjótt skal lyfta seg, um teir vilja verða partur av FM-finaluni.
- Vit skulu gerast nummar eitt ella tvey. Og tað krevur nakrar sigrar komandi dystirnar. Hartil skulu vit longu mikudagin spæla hálvfinalu í steypakappingini móti StÍF. Og tað er í sjálvum sær ein stór uppgáva, sum vit eisini ætla okkum at loysa. Vit skulu jú helst sleppa í finaluna at spæla móta aðrudeildarliðnum hjá okkum, segði Høgni, sum soleiðis eisini hevði orkuna til okkurt smílið hóast alt.