Í sendingini á Torginum á Rás2 klokkan 21 í kvøld fer Absalon Absalonsen at siga frá um faðir sín, Marius Absalonsen.
Her verður eitt nú greitt frá, tá teir fóru úr Danmark við Sildberanum, meðan týskarar hersettu landið.
Teir fylgdust gjøgnum Nólsoyarfjørð við bretum, sum komu at herseta Føroyar, og beint aftan á fóru teir til New York við skonnartini, Sannu.
Tað er Svenning av Lofti, sum leggur til rættis, og sendingin varð fyrstu ferð send fyri umleið einum ári síðan.
Sendingin verður endursend sunnudagin klokkan 12.30.
Myndin, sum er viðheft hesum tíðindastubba, er tikin á dekkinum á Sannu í New York í 1940.
Menninir eru, f.v.: Ein norskur sjómannsprestur, síðani tveir, sum vit ikki hava nøvnini á - og teir seinastu fýra eru Petur Dahl, Edvin Thomsen, Ove Mikkelsen og Marius Absalonsen.