Einki er yvir at dylja, at seinastu framherjarnir fyri at fáa eitt valdømi ígjøgnum løgtingið, Edmund Joensen og Jóannes Ejdesgaard, fingu sín vilja við einum valdømi við hjálp frá útjaðaratingmonnum, sum antin høvdu egin áhugamál at verja, ella var hetta bara vanligur naivitetur. - Rætt ella skeivt fer søgan at tulka og viðgera.
Vanligt dynamiskt samfelag er nú einaferð uppbygt soleiðis, at so mangir tættir sum gjørligt eru umboðaðir í einum øki: privati sektorurin, útbúgvingarmøguleikar so mangir og langir sum tilber, barnaansing, livandi mentanarlív við ítrótti og øðrum frítíðarmøguleikum og almennir stovnar og umsitingar fyri at øki gerast undirbygd.
Landsstýriskvinnan í mentamálum hevði á orði ein dagin, at vit klára ikki fíggjarliga, tað sum londini uttan um okkum eru før fyri. Hetta er verulig staðfesting. Hinvegin, eftir at sentralisman seinnu árini hevur tikið dyk á seg, eru so mong, sum ikki eru vakin fyri hesum veruleika, tí sæst dagliga, at almennu stovnarnir í høvuðsstaðnum ikki hava skilt, at peningur ikki er til alt.
Eftiransingarstovnar eru bygdir omaná eina økta og fløkta almenna skipan, og sum danskur politikari segði, “kontrolørar til at ansað eftir kontrolstovnum”. Samstundis, økjast útreiðslurnar skjótt til almenna bygnaðin, meðan vinnan á sjógvi og á landi í støðugum millumbilum liggur undir hóttafallum.
Reiðarí og Visjón 2015
Ein helt einaferð fyri, at “øll reiðararí í Føroyum vóru farin falitt”, tá letur í einum ungum spøkum, sum var har: “Ja, men er tað ikki tey, sum halda okkum uppi? Hvussu hongur hetta saman?” – Hetta átti at verið nakað fyri okkara frøðingar! Nakað annað er so, at hetta bert lutvíst er rætt, tí tíbetur eru tað reiðarí, sum hóðraðu undan.
Okkara almennu loftmiðlar gera nógv burturúr, at nú er umráðandi, at vega- og tunlaætlanir skulu “leggjast á ís”, tí ivasom vitanarvinna við landskassapeningi skal økjast, nú nærkast jú tann stóri dagurin, “Visjón 2015”!. – Hvar vóru okkara samferðsluviðurskifti ídag, um vitanarvinnukreftirnar fyrr høvdu fingið sín vilja? Vit høvdu hvørki Norðoyatunnilin ella Vágatunnilin og enn minni nakað annað.
Dynamiska samfelagið
Skal víðkast um eitt dynamiskt samfelag, er neyðugt, at skapa nøkur fá nátúrlig størri øki við einum breiðari samfelagsstrukturi út um landið. Ofta verður tosað um, at flyta stovnar. Hinvegin verður oftast gloymt, at meðan tosað verður um hetta, verður máað undan vælvirkandi stovnum úti um landið, og roynt at takað støði undan teimum.
Sigast má, at Edmund Joensen og Jóannes Ejdesgaard fingu sín vilja, hesin vilji varð skorðaður undir av tingfólki úr útjaðaranum. Vit hava enn bara sæð brotpart av doyvandi fruktunum, so kunnu John Johannesen og aðrir tosað um “baklandið úti um landið”, men tað fer spakuliga í søguna, um ikki sjónlig og skjót broyting er at hóma.
Teir báðir vunnu men fruktirnar av “mine bange anelser” síggjast longu, væl skorðaðar undir av okkara almennu loftmiðlum, samstundis sum politikarar nú kunnu syngja við skaldinum mikla, Janusi Djurhuus “Eg sovi mær megi, eg sovi mær mátt!”