Konurnar komu við smáu børnum teirra, og páparnir spældu við teirra børn, og “hóast fleiri ábøtur eru gjørdar á økinum, so flyta stakir uppihaldarar framvegis av landinum, serliga til Danmarkar, við teirra børnum, tí lívskorini har eru betri enn tey eru í Føroyum,” stendur at lesa á eini heimasíðu. Og tey gomlu mugu sleppa at vera í húsum teirra sum longst.
Her eru orðini “teirra” og “sín” komin í bland. Tað rætta er: konurnar komu við smáu børnum sínum (ella: við smáu børnunum), og páparnir spældu við børn síni (ella: við børnini). Stakir uppihaldarar flyta framvegis við børnunum av landinum, serliga til Danmarkar. Og tey gomlu mugu sleppa at vera í húsum sínum sum longst. – Her mugu vit hava í huga, at búgva tey gomlu í “teirra húsum”, er tað onkur annar, ið eigur húsini.
Sum sæst omanfyri, er í flestum førum ikki neyðugt at nýta orðið “sín”. Somuleiðis er við “mín”. Eg var saman við mínum foreldrum á veg til Íslands. Her er best at siga “eg var saman við foreldrunum á veg til Íslands.” Her ivast eingin í, at tað er tíni foreldur.
Somuleiðis er við orðinum “mín”, t.d. eg fari til sjónleik við børnunum – og ikki “eg fari til sjónleik við mínum børnum.” Tað ljóðar ónatúrligt. Somuleiðis er best at siga “eg fari út ein túr við hundinum” – og ikki “mínum hundi”. Og “eg fari í býin við konuni” – og ikki “míni konu”.
Eitt ískoyti: mín mamma, mín pápi: her er gott at læra børnini at siga “mamma mín” og “pápi mín”.