Teis og Hilmar Leon: Ógvuliga keðiligt ikki at fáa hjálpt liði sínum í finalunum

Teis og Hilmar Leon greiða frá skaðastøðuni

Bæði finaluliðini, Neistin og H71, løgdu í ár nógva ábyrgd á ungar leikarar, ið høvdu prógvað seg á høgum støði við U21 landsliðnum í Algeria. Men tríggir av hesum, Teis Horn Rasmussen, Hilmar Leon Jakobsen og Pætur Thomsen fáa ikki hjálpt liðum sínum til avgerandi dystirnar í kappingarárinum.
in.fo hevur prátað við Teis og Hilmar Leon um støðuna.

 

Les eisini: Skaðar seta sín dám á finalurnar

 

 

Hjá Neistanum skuldi Teis Horn Rasmussen vera ein av  lyklaleikarunum, men longu í oktober gekk galið í einum dysti móti Kyndli. Teis var óheppin og fekk eitt brot á vinstra skinnabein samstundis sum knæskelin fór úr lið. Hann varð lagdur undir skurð longu næsta dagin og boðini vóru, at hann skuldi vænta ein heldur langan steðg frá hondbóltinum.

 

 

Tó livdi vónin um at spæla nakrar dystir móti endanum á kappingarárinum, og hann var í samband við fakfólk og fysioterapeutar fyri at røkka hesum málið. Eftir góðkenning frá fysioterapeutinum var Teis aftur at síggja á vøllinum herfyri. Men skaðar kunnu vera svikaligir, og hann fekk eitt afturstig, ið merkti at hann ikki fær spælt finalurnar, ið nú eru fyri framman.

 

 

Hilmar Leon Jakobsen var, eins og Teis í Neistanum, til reiðar at taka ábyrgd á H71-liðnum, eftir at teir høvdu havt eina frágongd í bakketuni.
Hetta tóktist at eydnast væl, og Hilmar Leon var greiður toppskjútti á liðnum, tá ið kappingin var komin í helvt.

 

 

Men um hetta mundi, í januarmánaði, byrjaði ein pína í økslini at gera um seg. Hóast Hilmar Leon spældi við pínu í nakrar dystir, so darvaði skaðin honum ov nógv tá saman um kom. Í marsmánaði gjørdi ein MR-kanning greitt, at ein sina lá kroyst í økslini, og boðini vóru at hetta kundi venjast burtur, men fór helst at taka tríggjar mánaðar. Hetta er bert fyrsta loysnin tó, og um støðan ikki batnar eftir uppvenjingina, krevst ein skurðviðgerð, ið merkir enn longri steðg.

 

 

Hilmar Leon er sum vera man sera harmir um at ikki ber til at spæla í finalunum..

Tað eru tríggir dystir á árinum, ið allir hondbóltsleikarir vilja sleppa at spæla. Nevnliga steypafinalan og FM-finalurnar, sigur Hilmar Leon og staðfestir at tað er ómetaliga keðiligt at sita uttanfyri og hyggja at, samstundis sum ein ikki fær hjálpt liðnum á vøllinum.

 

 

Eisini Teis er harmur um støðuna, og greiðir frá at hetta er eitt stórt vónbrot, eftir at hann hevði sett sær sum mál at spæla seinastu dystirnar í kappingarárinum. Yvirhøvur hevur tað verið eitt keðiligt kappingarár hjá Teisi, ið eftir U21 kappingina í Algeria hevði stórar vónir fyri kappingarárið. Bæði fyri liðið og sínar egnu ætlanir um at mennast sum hondbóltsleikari.

 

 

Teir báðir eru kortini spentir til finalurnar, og teir eru báðir sannførdir um at liðið hjá sær fer at megna at gerast føroyameistari, hóast teir vanta á vøllinum.

Teis og Hilmar Leon eru á einum málið um at dystirnir helst vera tættir, men teir hava samstundis fult álit á, at liðfelagirnir hjá sær hava tað, ið krevst fyri at koppa dystirnar rætta vegin.

 

 

Hóast kappingarárið hjá teimum báðum ungu leikarunum ikki gekk sum ætlað, eftir teir høvdu fingið hug at menna seg eftir endaspælið í Algeria, so hava teir ikki slept dreyminum um at spæla á hægri støði.

Skaðarnir hava tó spilt fyribils ætlanum um at royna seg uttanlands í næstum.

-“Næsta ár verði eg aftur at síggja í Neistanum, men dreymurin um at spæla uttanlands livir enn”, slær Teis fast.

 

 

Hilmar Leon hevur sama dreym og greiðir frá:

-“Tað er eingin loyna, at eg ætli mær uttanlands at spæla, og hevði eisini ymsar møguleikar áðrenn skaðan. Men við skaðanum ber hvørki til at spæla í Føroyum ella uttanlands, so eg verði í Føroyum sum nú er. Um eg eisini eri her komandi kappingarár má tíðin vísa.”

 

 

Teis og Hilmar Leon fara at stuðla liðum sínum uttanfyri vøllin til finalurnar mikukvøldið og leygarkvøldið. Fulla skráin fyri finalurnar sær soleiðis út:

 

Fyrri finaludagur mikudagin 18. Apríl

Kyndil – VÍF kl 18:00 í høllini á Hálsi
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus

Neistin – H71 kl 20:00 í høllini á Hálsi
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

 

Seinni finaludagur leygardagin 21. Apríl

 

VÍF – Kyndil kl 16:00  í høllini í Vestmanna

Dómarar: Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík

H71 – Neistin kl 19:00 í Hoyvíkshølini

Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen

 

 

Møguligar triðju finalur verða leiktar soleiðis sunnudagin 22. Apríl

VÍF - Kyndil kl 16:00 í Vestmanna

H71 - Neistin kl: 19:00 í Hoyvík