Í dag verður arbeitt upp á heingidekkið umborð á Teistanum, og hetta ávirkar siglingina millum Skopun og Gomlurætt. Strandferðslan boðar á heimasíðu síni frá, at tvær fráferðir í dag eru avlýstar.
Talan er um fráferðirnar eftir klokkan 18:35 úr Skopun og til 23:05 av Gomlurætt. Hetta er bara galdandi í dag 14. mars, og siglt verður aftur sum vanligt í morgin.