Teistin avlýsir seinasta túrin í kvøld

Strandfaraskipið Teistir siglir ikki seinasta túrin í ferðaætlanini í kvøld.

Strandferðslan boðar frá, at túrurin úr Skopun kl. 20:40 og av Gomlurætt kl. 21:20 verða seinastu túrar í kvøld.

Túrurin, sum vanliga verður sigldur eftir tað, er avlýstur vegna veður.