Í gjár vóru fólk í Sandoynni, sum arbeiða ella ganga í skúla í Havn, sein aftur til hús.
Allan seinnapartin lá Teistin, tí veðurlíkindini og streymviðurskiftini vóru so vánalig og nakað soleiðis, sum dagurin var í gjár, verður eisini dagurin í dag.
Fólk, sum hava sín arbeiðs-ella skúladag í Havn, sleppa ikki suður aftur í kvøld fyrr enn klokkan 20, tá Teistin byrjar at sigla eftir ferðaætlanini aftur.
Í dag verður tó siglt ein túr meira av Gomlurætt og úr Skopun, áðrenn Teistin gevst fyri seinnapartin.
Soleiðis verða túrarnir av Gomlurætt klokkan 13.15 og úr Skopun klokkan 14 sigldir. Síðan verður steðgur, til Teistin tekur siglingina upp aftur klokkan 20 í kvøld.
Tey, sum skulu í Sandoynna aftur í kvøld - og ikki fara túrin av Gomlurætt klokkan 13.15 - verða tískil ikki við hús aftur fyrr enn klokkan 21 í kvøld.
Eins og í gjár, ger Hasfjord heldur ongan túr um Skopunarfjørð í dag vegna veður.