Teistin
Tað var ein neyðug avgerð og eitt stórt framstig, tá “Teistin” varð bygdur og settur inn í siglingina til Sandoynna, í staðin fyri “Trónd”, við fleiri túrum og nógv betri umstøðum, bæði fyri fólkið og vinnulívið.
Men sjálvt um talan er um eitt gott og nýtt skip, so hava sandoyingar tíverri upplivað, at “Teistin” næstan á hvørjum ári er tikin úr sigling bæði í vikuvís og mánaðarvís, og sama er galdandi í ár, og hetta kann ikki vera rætt.
Eg fari tí at spyrja landsstýrismannin, hvussu nógvar mánaðir “Teistin” hevur verið tikin úr sigling síðani hann byrjaði, hvør orsøkin er og um fólkið og vinnulívið í Sandoynni skal rokna við, at “Teistin” verður tikin úr sigling í longri tíð á hvørjum ári eisini framyvir?
Sandoyartunnilin
Tað politiska signalið hesa setuna hevur verið, at ein verklagslóg um undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Sandoynna, verður løgd fyri tingið á ólavsøku ella í heyst.
Nú kunnu fólk og tingmenn antin vera fyri ella ímóti einum komandi Sandoyartunnli, men vilja vit skapa fortreytir fyri at vinnulívið í Sandoynni kann mennast, fólkatalið og trivnaðurin økjast, so er neyðugt at farið verður undir tunnilin til Sandoynna.
Sjálvur eri eg fyri og vil virka fyri, at tunnil kemur til Sandoynna, tí eg ynski, at Sandoyggin verður ein partur av meginøkinum, og ikki ein doyggjandi útoyggj, og tí eg meti, at fólkið, vinnulívið og alt Sandoyarøkið koma at ríka Føroyar uppaftur meira enn í dag, og tí er Sandoyartunnilin ein íløga í tað føroyska samfelagið og ikki einans ein íløga til Sandoynna. Royndirnar frá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum vísa, at í báðum støðum hava hesar íløgurnar økt um búsetingina, skapað betri trivnað og møguleikar hjá fólkinum, og verið vinnufyritøkunum, bæði teimum sum vóru og nýggjum vinnum til gagns, og eg eri ikki í iva um, at sama kemur at henda í Sandoynni.
Men tá eg nú hoyri røddir vera frammi, sum seta spurnartekin við, um vit hava ráð ella um tað er rætt at fara undir at gera Sandoyartunnilin, og um pengarnir ikki skuldu verið brúktir á øðrum økjum, runnu mær til hugs orðini hjá løgtingsmanninum sum segði: “Spurningurin er ikki, um vit hava ráð til at fremja íløguna, men um vit hava ráð til at lata vera við at gera hana”.
Landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm hevur boðað frá, at hann kemur í løgtingið við anlegslógini um Sandoyartunnilin á ólavsøku ella fyrst í heyst, og hetta lyfti rokni eg við, at hann heldur.