Neyvan er tað hent mangan áður, at ógvusligt brim hevur seinkað ein tingfund, men tað er støðan í morgun, nú løgtingið skuldi fara undir fyrstu viðgerð av løgtingsuppskoti um broyting av hjúnabandslógini.
Tingfundurin, ið eftir ætlan skuldi byrja klokkan tíggju, er útsettur til klokkan hálvgum tólv, tí tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu, er veðurfastur á Sandoynni. Strandferðslan avlýsti nevniliga allar túrar í morgun vegna nógv brim í ferjuleguni í Skopun.
Nú hevur Strandferðslan boðað frá, at Teistin aftur byrjar at sigla klokkan hálvgum ellivu í morgun, og samstundis hevur løgtingsformaðurin boðað løgtingsfólkum frá, at tingfundurin er útsettur til klokkan hálvgum tólv.
Sostatt hevur løgtingsformaðurin júst ein tíma at náa løgtingsfundin.