Fyri eini løtu síðani fór strandfaraskipið, Teistin á land í Gomlurætt.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Teistin var á veg úr Hesti á Gomlurætt og tá ið teir skuldu manøvrera í havnini í Gomlurætt, varnast teir, at annar azimutturin ikki riggar. Azimutturin er tann mekanisman, sum kann fáa skrúvuna at snara, hvønn veg, tað skal vera.
Av tí sama fekk hann ov nógva ferð á. Tað lukkaðist ikki at fáa ferðina av Teistanum og tessvegna fór hann við land.
Men stjórin sigur, at sjógvur er ikki komin í hann og ongin fólkaskaði hendi heldur. Eftir óhappið tóku teir hann frá aftur, og nú liggur hann sum hann skal í sjálvari ferjuleguni, so ferðafólk og bilar sluppu í land.
Hilmar Eliasen sigur, at fyribils vita tey ikki meiri um hendingina, men nú eru forskmenn á veg niður at kanna skaðan.
Samstundis boðar Strandferðslan frá, at fyri tekninskar trupulleikar er ongin Sandoyarsigling fyribils. Men siglur hann ikki, er Jósup tøkur, til siglingina í morgin
Myndina tók Eivind Kolden