Teistin skal røkja Kals­oy­ar­leið­ina til nýggj ferja er bygd

– Teistin skal røkja Kalsoyarleiðina til nýggja Kalsoyarferjan er bygd. Arbeiðið við ferjuleguni á Syðradali er liðugt og varð avhendað miðjan august 2025.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í svari til Beinir Johannesen, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin.

 

Beinir Johannesen setti landsstýrismanninum í samferðslumálum hesar spurningarnar sum grein 52a spurning fyri at fáa greiðu á viðurskiftinum við Kalsoyarsiglingini.

 

Tingmaðurin spurdi soleiðis:

 

Fyrispurningurin er soljóðandi:

 

1. Nær verður arbeiðið á ferjuleguni á Syðradali liðugt?

 

2. Nær byrjar arbeiðið á ferjuleguni í Klaksvík?

 

3. Hvussu nógv skal gerast á ferjuleguni í Klaksvík?

 

4. Nær væntast hesi bæði arbeiði at vera liðug?

 

5. Kennir man endaliga kostnaðin?

 

Í svarinum til spurning 1 sigur Jóhan Christiansen, at Teistin skal røkja Kalsoyarleiðina, inntil nýggja Kalsoyarferjan er bygd. Arbeiðið við ferjuleguni á Syðradali er liðugt og varð avhendað miðjan august 2025.

 

Til 2. og 3. spurning svaraði landsstýrismaðurin, at tað, sum eftir er at gera fyri, at Teistin og síðani nýggja Kalsoyarferjan skulu kunna røkja Kalsoyarleiðina á bestan hátt, er at tillaga verandi ferjulegu og rampu á Stongunum í Klaksvík, soleiðis at ferjan kann brúka havnarlagið.

 

– Verkætlanin er liðugt fyrireikað, og klárt er at fara í gongd. Inntil ferjulegan er dagførd í Klaksvík, má onnur havn brúkast. Landsverk, Strandferðslan og Klaksvíkar kommuna hava umrøtt møguleikan fyri at brúka Stóru Kai fyribils, ella sum varandi

 

loysn, sigur landsstýrismaðurin.

 

Teistin hevur lagt at á Stóru Kai og fer nú at royndarsigla Kalsoyarleiðina í eini 2 vikur, har Stóra Kai verður brúkt sum atløga í Klaksvík.

 

– Um hetta roynist væl, er møguleiki fyri at brúka Stóru Kai sum varandi loysn. Tá er betri grundarlag hjá Klaksvíkar Kommunu saman við Landsverk og Strandferðsluni at taka støðu til málið. Um Stóra Kai verður vald, verður neyðugt at tillaga ferðsluviðurskiftini á staðnum, sigur Jóhan Christiansen.

 

Í svarinum til 4. spurningin sigur landsstýrismaðurin, at í løtuni ber ikki til at siga, nær havnaviðurskiftini koma endaliga í rættlag.

 

– Avgerð má fyrst takast um, hvørt ferjulegan í framtíðini skal vera á Stongunum ella á Stóru Kai.

 

Og til 5. og síðsta spurning sigur landsstýrismaðurin í svarinum, at arbeiðið á Syðradali kostaði 6,7 mió. kr. Grundað á útboð hjá Landsverki verður arbeiðið á verandi atløgu á Stongunum mett til at kosta millum 2,5 til 3,0 mió. krónur, sigur Jóhan Christiansen

 

landsstýrismaður í samferðslumálum í svarinum til grein 52a fyrispurninginum frá Beini Johannesen.