Teistin sparir níggju prosent av oljuni

Skiparin á Teistanum, Jónleif Láberg verður í kystmagasinet.no endurgivin fyri at siga, at Teistin livir minni í sjónum nú enn áður.

 

Í september í 2019 gjørdist strandfaraskipið Teistin heimsins fyrsta skip við sonevndum Wavefoil-undirvatnsveingjum. Tað er fyritøkan Wavefoil í Tróndheimi í Noregi, sum hevur ment skipanina.

Endamálið við veingjunum er at gera siglingina behagiligari, eins og oljunýtslan skal minka munandi. Hugskotið hevur leingi verið kent, men trupulleikin hevur verið, hvussu skipanin skuldi fremjast í verki.

Eftir at skipanin nú hevur verið roynd í eitt hálvt ár, leggur Wavefoi nú tølini fyri orkusparing á borðið.  

- Oljunýtslan er minkað við níggju prosentum, síðan skipanin varð sett í Teistan, og komforturin umborð er vorðin betri. Tað merkir, at undirvatnsveingirnir hava virkað sum ætlað, sigur dagligi leiðarin í Wavefoil, Eirik Bøckmann.

Hann vísir á, at hetta er stór orkusparing í einari vinnu, sum stríðist fyri hvørjum prosenti.

Sambært framleiðaranum, er tað serliga betraði komforturin, sum Strandfaraskip Landsins taka fram, sum tað mest positiva við undirvatnsveingjunum.

- Tey hava sæð, at Teistin er vorðin róligari í sjónum, og tað er høgt í metum á einari slíkari farleið.

Skiparin á Teistanum, Jónleif Láberg, sigur, at Teistin livir minni í sjónum nú enn áður, skrivar kystmagasinet.no, sum greiðir frá hesi skipan hjá Wavefoil, og hvussu skipanin higartil hevur roynst umborð á Teistanum.

Lagt verður aftrat í greinini, at Wavefoil bjóðar bæði sparingar í oljunýtsluni og øktan komfort í eini og somu loysn, og fyritøkan er einsamøll á marknaðinum við hesum.

##med2##