Skipasmíð
Nýggja Sandoyarferjan, Teistin, verður latin Strandfaraskipum Landsins tann 29. mars, sigur Jón Danielsen, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála.
Tað eru átta vikur síðan, Teistin kom á Skála. Og um átta vikur verður hann liðugur, sigur Jón Danielsen. Hann er sannførdur um, at tíð fer at halda.
Tað verður arbeitt dúgliga umborð á Teistanum. Eini 60-70 mans arbeiða tólv tímar dagliga upp á skipið. Hetta er ikki bara fólk frá skipasmiðjuni, men eisini undirveitarar, sum skipasmiðjan hevur fleiri av.
Arbeiðið gongur væl, og eitt nú eru skrúvurnar ísettar og forbundnar. Maskinurnar eru setir í, og lensiskipanin er liðug.
Til dømis ger Byggiservice á Skála alla apteringina umborð. El-Service ger tað elektriska og Oilwind í Miðvági ger hydraulikkin.
Í hesum sambandi nevnir Jón Danielsen, at Oilewind ger annað enn at installera hydraulikkin. Teir hava til dømis gjørt øll spølini sjálvir í Miðvági.
Demich í Havn hevur ventilatiónsarbeiðið umborð, og Radioservice í Havn fer at seta nautisku útgerðina í skipið.
Soleiðis gevur Teistin eina rúgvu av arbeiði, eisini aðrastaðni enn á Skála, vísir Jón Danielsen á.
Sjálv letur Skipasmiðjan eitt nú maskinur og skrúvugreiðir. Skrúvurnar á Teistanum eru nakað fyri seg. Tær virka ikki bara sum skrúvur, uttan eisini sum róður á skipinum. Teistin hevur nevniliga einki róður. Men skrúvurnar, sum eru tvær í tali, kunnu snarast 360 stig, og verða brúktar at stýra við. Eisini er Teistin útgjørdur við stórar bógskrúvu, sum hevur 850 HK. So um tað skuldi gjørst neyðugt, kann skipið sigla við síðuni til. Tríggjar høvuðsmaskinur eru, sum tilsamans hava eina megi upp á 1.700 HK.
Tað verður arbeitt allastaðni á skipinum samstundis. Teir skera og sveisa niðri í skipinum. Isolera í miðuni og seta plátur upp á brúnni.
Onkur heldur kanska, at skipið fer at sigla nógv skjótari enn Tróndur, Men so verður ikki, sigur Jon Danielsen. Tíðin um Skopunarfjørð verður tann sama sum nú. Tí Tróndur gongur í grundini rættiliga skjótt. Men munur verður á viðurskiftunum umborð, sigur hann. Tað verður sum dagur og nátt.
Tríggjar salongir verða umborð, og tær fara at kunna hýsa 330 ferðafólkum um summarið og nøkrum færri um veturin. Tvær eru á millumdekkinum allan veg fram við síðuni hvør sínu megin. Og ein er á ovara dekkinum undir brúnni. Lyfta er av bildekkinum og allan veg upp, so fólk, sum ikki eru so væl til beins, kunnu koma upp tann vegin.
Bildekkið verður eisini nógv størri, enn sandoyingar eru vanir við, sum er. Teistin kann taka 33 persónbilar ella 2 trailarar og 12 persónbilar. Skipið fer at hava hillar, sum verða loraðar niður á dekkið. Bilarnir verða koyrdir inn á tær, og so verður alt hivað uppaftur, áðrenn bilar síðan verða settir inn á sjálvt høvuðsdekkið. Tá trailarar eru við, fer ikki at bera til at brúka hillaranar.