Í morgin skal Sønderjyske spæla móti Randers FC í 1/8 finaluni í donsku steypakappingini. Fyri fyrstu ferð síðani skiftið frá HB, so er Teit Jacobsen úttikin til hópin hjá Sønderjyske.
Orkuríki vongurin skifti í vetur til danska felagið í superliguni, men hevði ávísar trupulleikar við smærri skaðum at byrja við. Hann er nú tøkur aftur, og venjarin hevur úttikið føroyska U21 landsliðsspælaran.
Fyrr í hesum kappingarárinum hava menn sum Hákun Edmundsson og Meinhard E. Olsen fingið møguleikan fyri Vendsyssel í donsku steypakappingini. Nú er at vóna, at enn ein føroyskur spælari verður at síggja í donskum fótbólti.
Teit Jacobsen hevur fingið nummar 22 á ryggin. Sønderjyske boðar frá, at dysturin ikki verður at síggja í sjónvarpinum.