Teit venur við Sønderjyske

HB arin er til reiðar at fara uttanlands

Í hesum døgum venur Teit Jacobsen við danska superligafelganum Sønderjyske. HB spælarin hevur ein dreym um at spæla yrkisfótbólt.

 

- Eg havi ein dreym og eina ætlan um at spæla yrkisfótbólt uttanlands. Fái eg møguleikan at spæla fótbólts uttanlands, so hevur tað avgjørt áhuga, sigur Teit Jacobsen.

 

18 ára gamli havnarmaðurin hevur í ár fingið sítt gjøgnumbrot á HB liðnum, har hann spældi ikki færri enn 25 av 27 landskappingardystum. Hann hevur júst verið við U19 landsliðnum, sum var um reppið at vinna seg viðari í EM undankappingarbólkinum í Montenegro.