Teitur duett er nýggj stakfløga

Norska songkvinnan Ane Brun hevur júst givið út nýggjastu stakfløguna av vælumtóktu fløguni Duets, talan er um lagið Rubber & Soul, ið er ein duett við Teit Lassen.

Teitur hevur spælt á fleiri konsertum við songkvinnuni, ið hevur havt fleiri hitt í bæði í Noregi og í Svøríki har hon hevur búleikast síðan ártúsundskiftið. Lagið Lift Me, ið hon syngur saman við norska bólkinum Madruga hevur verið nógv at hoyrt í norðurlendskum útvarpi. Umframt Teit og Madruga syngur Ane Brun duett við Tobias Fröberg, Liv Widell, Wendy McNeill, Ron Sexsmith, Syd Matters, Tingsek, Ellekari Larsson from The Tiny og Lars Bygden.


Rubber & Soul er somuleiðis eitt sjónbandalag, har Teitur og Ane syngja saman. Lagið liggur m.a. á heimasíðunum mtve.com og anebrun.se.