Teitur og Eivør spæla í Århus mikudagin í næstu viku. Stóra dansistaðið Train verður karmur um konsertina, men føroyingar í býnum hittast áðrenn í Áarstovu klokkan 17.30 fyri at koma í rætta hýrin. Seinni í vikuni, leygarkvøldið 12. februar, verður árliga ræstkjøtaveitslan hjá Føroyingafelagnum í Århus.
Fyrireikararnir lata frætta, at enn eru nøkur atgongumerki eftir til veitsluna, men at seinasta freist at melda seg til er í dag. Eftir at ræsta kjøtið er farið niðurum, spælir Revival til dans. Atgongumerki til dansin fáast við dyrnar.