Teitur er á beinkinum

Hallur Hansson er millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ

Tað eru fín fótbóltslíkindi í Gundadali, har tað av álvara verður talt niður til útsetta toppdystin, sum klokkan 18 verður millum HB og KÍ.

 

Tað er greitt, at landsliðsmálverjin hjá HB, Teitur Matras Gestsson, ikki verður millum teir fyrstu ellivu. Eftir at hann í tað mesta av tveimum vikum vandi við landsliðnum, er hann aftur í HB, har hann er á beinkinum, meðan Bjarti Vitalis Mørk, sum hevur vikarierað, eisini í kvøld er í málinum.

 

U-21 landsliðsspælarin Áki D. Samuelsen, sum higartil hevur verið sera væl upplagdur, er eisini á beinkinum. Hann spældi týskvøldið í Klaksvík og er tøkur at fara á vøllin, um venjarin heldur, at tað verður neyðugt.

 

Hjá KÍ er Nils Jonatan Johansson í málinum, meðan Markus Olsen Pettersen er á beinkinum. Hallur Hansson er millum teir fyrstu ellivu, og Páll A. Klettskarð er á beinkinum saman við eitt nú Børga Petersen. Vegard Forren og Heini Vatnsdal eru ikki á listanum.

 

 

 

HB – KÍ kl. 18.00

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Emil Berger, Heðin Hansen, Dan í Soylu – Mathias Præst Nielsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen

 

KÍ: Nils Jonatan Johansson – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Deni Pavlovic – Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Mads Bo Mikkelsen