Teitur er langtíðarskaddur

Betri deildin menn: HB verður uttan Teit M. Gestsson komandi tíðina

Mynd: (Álvur Haraldsen) Teitur M. Gestsson bjargar brotssparki móti Albania

Teitur M. Gestsson kemur ikki at verja málið komandi tíðina hjá HB. Hann verður ikki við, tá HB í kvøld skal spæla seinna dystin móti Derry City í Conference League. Teitur M. Gestsson hevur slitið ein vødda í lærinum.

 

Hann rendi saman við Odmari Færø og einum spælara hjá Kekkia í landsdystinum á Tórsvølli í farna mánaði. Hann spældi víðari og spældi aftur fáar dagar seinni við fyrst landsliðnum og síðani HB.

 

Eftir hetta fekk hann ávlarsliga pínu í lærið og ein kanning sigur, at hann hevur slitið ein vødda í lærinum. Tað er óvist nær Teitur M. Gestsson kann spæla aftur. Sjálvur vil hann ikki gita, tí tað er avgerandi hvussu skaðin lekir.

 

- Eg tori einki at siga, sigur Teitur M. Gestsson.

 

HB skal í kvøld klokkan 19.45 spæla móti Derry City úr Írlandi í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League. Fyrri dysturin, sum var á Tórsvølli, endaði við málleysum javnleiki. Dysturin byrjar klokkan 19.45.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Teitur M. Gestsson bjargar brotssparki móti Albania