Teitur er tryggastur

Ikki óvæntað gjørdist er aftasti maðurin hjá HB ársins málverji

21 ára gamli Teitur Gestsson er landsins besti málverji. Tað er júst kunngjørt á stóra Hvonn Live tiltakinum, sum er á Hvonn í Havn júst nú.


Eingin málverji í landinum lat færri mál fara ígjøgnum enn Teitur, sum vardi málið hjá HB 24 ferðir í ár. HB fekk 34 mál í móti sær í 27 dystum.

- Hetta hevur verið eitt fínt ár. Kappingin við Hans Jørgensen hevur verið fín, so hetta er bara gott at standa her nú, segði Teitur Gestsson, tá hann fekk steypið handað.


Teitur vann kappingina um at gera ársins málverji frammanfyri Tórður Thomsen hjá B36 og Símun Rógva Hansen hjá AB.


Í fjør var tað Jákup Mikkelsen hjá ÍF, sum gjørdist Ársins málverji.

 

Á hesari leinkjuni sæst løtan, tá Teitur M. Gestsson og Bjarta Johansen vóru heiðraði, sum ársins málverjar: http://www.youtube.com/watch?v=wZHnmdEjSmY&feature=youtu.be