Teitur fær rós fyri konsert

Danska tónleikablaðið Gaffa hevur verið á konsert og Teitur fær 5 stjørnur.

Teitur er á konserferð í samband við útgávuna Story Music, og 26. september hevði hann konsert á Train í Århus.

 

Tónleikablaðið/heimasíðan Gaffa ummælir konsertina, og av 6 møguligum stjørnum, fær Teitur  5 stjørnur.

 

Ummælarin hevur rósandi orð. Onki er at taka seg aftur í, at ummælarin  kennir føroyska sangaran og sangskrivaran og søguna. Tað sæst í ummælinum.

 

Hann kennir eisini tónleikin og nýggju útgávuna, og hesin kennarin hevur bert rósandi orð at bera fram.

 

Hann heldur tað m.a. vera djarvt at spæla alla ta nýggju fløguna úr enda í annan, áðrenn nakað annað lag sleppur framat. Eisini viðmerkir hann óvanligu samansetingina av ljóðførum á pallinum.

 

Eykaløg spældi Teitur  eisini - bæði við og uttan manning, og ummælarin fegnast um ymsar nýggjar búnar, sum okkurt av eldru løgunum er latið í.

 

Benjamin Petersen hitaði upp, og hevur ummælarin eisini fingið eina góða uppliving burturúr hesum - 4 stjørnur.

 

les ummælið her:

http://gaffa.dk/anmeldelse/76579