Teitur finnur ikki orð fyri hesum

HB liðformaðurin hevur roynt nógv í fótbólti, men hann heldur, at avrikið og úrslitið ímóti Podgorica í Montenegro er tað størsta, sum hann hevur verið við til

Við 2-0 sigri á útivølli í kvøld, 4-0 sigri á heimavølli hóskvøldið og samantaldum 6-0 sigri hevur HB tryggjað sær luttøku í triðja umfari í Europa Conference League.

 

Lagið er avbera gott í HB leguni suðuri á Balkan, og hetta var vorðin sum gáva undan ólavsøku hjá øllum, sum halda við HB. Og eisini hjá fótbóltsføroyum yvirhøvur, tí sigurin ber kærkomin stig við sær til Europaroknskapin hjá føroyskum liðfótbólti.

 

Aftasti skansi hjá HB síðani 2011 hevur verið Teitur Matras Gestsson. Nú hevur hann vart málið ímóti Podgorica í 180 minuttir pluss tað leysa, og tað eydnaðist ikki mótstøðumonnunum at fáa bóltin framvið stinna málverjanum.

 

Mótstøðumenninir høvdu møguleikar at skora. At tað eydnaðist ikki eigur Teitur Matras Gestsson størsta heiðurin fyri. Hann bjargaði einaferð í kvøld í stórum stíli, og á heimavølli síðsta hóskvøld bjargaði hann tríggjar ferðir, tá ið eingin hevði sagt nakað, um bólturin fór í málið.

 

Teitur Matras Gestsson er bæði málverji og liðformaður, og hann hevur mest sum ikki orð fyri avrikinum og úrslitinum:

 

-HB hevur ikki staðið seg væl í Europa, og serliga eftir dystin í Albania fyrr í summar hevur tað verið tosað nógv um og av røttum funnist at, at vit ikki megnaðu at vinna okkum víðari í kappingini. Hóskvøldið í síðstu viku og í kvøld var avrikið so mikið gott, at eg havi ikki orð fyri tí. Eg havi roynt meg á landsliðnum, og tað hevur altíð verið stórt. Men akkurát í kvøld og út frá fyritreytunum, sum vit hava havt, so kenni eg tað soleiðis, at tað er tað størsta av øllum, at vit hava megnað hetta, og at vit kunnu vera við til at bera føroyskan liðfótbólt fram í europeiskum høpi, sigur HB liðformaðurin.

 

HB ferðalagið, sum telur 20 spælarar og tilsaman 32 fólk, fór úr Føroyum sunnumorgunin og var í Montenegro seinnapartin sunnudagin. Í morgin verður HB aftur í Føroyum og fer at halda ólavsøku.