Teitur Gestsson gjørt nýggjan sáttmála

Málmaðurin hjá HB, Teitur Gestsson, hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við havnafelagið.

Tað boðar HB frá á Facebook í kvøld.

Teitur Gestsson spældi sín fyrsta dyst fyri HB í 2011, og sostatt verður komandi kappingarár hansara tíggjunda á besta liðnum. Síðan 2011 hevur Teitur Gestsson spæl 220 landskappingardystir, 27 steypadystir umframt 15 dystir í evropeiskum kappingum.

- Og vit fegnast sjálvsagt um at hann fer at leggja fleiri dystir afturat hesum, skrivar HB.

Boðini koma dagin eftir, at HB váttaði, at venjarin, Heimir Guðjónsson hevur gjørt av at fara heim aftur til Íslands eftir árslok. HB gjørdi eisini greitt í gjár, at arbeiðið at finna nýggjan venjara er longu farið í gongd.