Ungi bogaskjúttin, Teitur Dalsgarð úr VágaSkoti, sum skjýtur í recurve, megnaði í gjár at vinna gull og seta føroyskt met í kappingini Frederiksborg Pokalen 2014, sum var í Hillerød í Danmark. Við á ferðini var eisini venjarin hjá Teiti, Eggaba Andreasen.
Hann var í gongd frá morgunstundini av og út á kvøldið, so tað ráddi um at halda tankarnar samlaðar og at vera púra klárur at skjóta mestsum alla tíðina. Teitur var við í kadet-bólkinum, har tilsamans 20 skjúttar vóru við, og var talan bæði um gentur og dreingir.
Tað var longu í innleiðandi kappingini, at Teitur skjeyt 569 stig, sum er føroyskt met hjá dreingjum í kadet-bólkinum á 12 metrum. Gamla metið, sum var næstan sjey ára gamalt, var 564 stig, og tað átti Sjúrður Rein úr Tambum.
Góða úrslitið rakk eisini til finaluskjóting, og har vann Teitur 6-0 í áttandapartsfinaluni, 6-2 í fjóðringsfinaluni og 7-1 í hálvfinaluni, áðrenn hann kom heilt í finaluna, har hann skuldi skjóta ímóti einari danskari gentu, Josephine S. Andersen úr Lyngby Bueskyttelaug, sum eisini hevði staðið seg væl allan dagin.
Í finaluni vann Teitur Dalsgarð 7-1, og umførini endaðu 26-24, 29-29, 30-20 og 30-29. Í triðja umfarinum megnaði Teitur at halda høvdið kalt, meðan tað kiksaði hjá Josephine, sum eftir at hava skotið tveir tíggjarar var so óheppin, at hon slett ikki rakti við tí eina pílinum.
– Hetta er sera væl skotið av einum so ungum dreingi í so spennandi støðu, tí 30 stig í avgerandi umfari er fult stigatal, siga tey frá Bogaskjótisambandinum.