Teitur hevur brotið beinið

Tríggir spælarar hjá Skála hava í hesi vikuni verið innlagdir á landssjúkrahúsinum

Tað gongur ikki væl við fótbóltinum á Skála – hvørki so ella so.

Í dag var tað framvegis málleyst, tá ið teir í HB og skálamenn fóru at hvíla seg. Skála hevði víst fínt avrik í verjupartinum. Fimm minuttir eftir steðgin fekk HB hol á, og eitt stórt korter seinni var støðan 3-0, sum eisini varð úrslitið.

Skála hevur eitt stig og er niðast á støðutalvuni.

Tað er ikki púra óvæntað, at Skála er millum tey, sum kappast at sleppa undan botnplássinum. Tað var longu greitt, tá ið Bill Jacobsen í heyst tók við sum venjari, at talan fór at vera um at mynda nýtt lið við nógvum ungum spælarum.

Men skálamenn hava verið sera óhepnir við skaðum, og í dag legðist ein aftrat. 19 ára gamli Teitur Poulsen varð eftir nærdyst við mótstøðuleikara borin av vøllinum, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, og sjúkrabilur kom eftir honum.

-Teitur Poulsen hevur brotið størra beinið í skinnabeininum og verður lagdur undir skurð, sigur Skála venjarin Bill Jacobsen.

Teitur Poulsen er triði skálaspælarin, sum hevur verið innlagdur á landssjúkrahúsinum í hesi vikuni. Hinir eru Teitur Reinert Joensen, sum varð innlagdur við punkteraðum lunga beinanvegin eftir dystin á útivølli ímóti EB/Streymi síðsta sunnudag, og so var tað Ronni Møller-Iversen, sum í vikuni var innlagdur til kanningar í sambandi við skaða í eyganum.

Mikukvøldið skal Skála spæla á heimavølli ímóti TB.