Teitur nummar 9 á danska sølulistanum

Fløgan Stay Under The Stars hjá Teitur hevur fingið sera góð ummæli bæði í Føroyum og í Danmark, og nú sæðst hetta aftur í sølutølunum. Fløgan, ið liggur ovast á sølulistanum hjá 3aranum liggur hesa vikuna nummar 9 á almanna danska sølulistanum.

Teitur liggur millum Bruce Springsteen og Kelly Clarkson á listanum, ið nýggja fløgan hjá Thomas Koppel Improvisationer for Klaver eigur ovasta plássið á. Listin er bygdur á sølutøl frá flestu sølustøðum, ið selja fløgur í Danmark, t.d. Fona, StereoStudio, Merlin, GUF, TP Musik, Bilka, Føtex og nógv onnur. Tilsamans umleið 60% av fløgusøluni, hetta verður mett sum sera gott grundarlag fyri einum sølulistanum.
 
Sølulistin hevur tó sambært okkara upplýsing ikki sølutølini hjá donskum alnet sølustøðum, sum t.d. www.imusic.dk, har Stay Under The Stars liggur ovast, so í veruleikanum, liggur hann kanska hægri á  listanum.
 
Vitja almenna danska hitlistan á www.hitlisten.nu