Teitur og Eivør á palli saman

Í kvøld fara tvey av størstu talentunum í føroyskum tónleiki á pall saman í Norðurlandahúsinum

 

Tey hava bæði roynt at vinna Prix Føroyar tónleikakappingina sum sangarar, bæði hava fingið góð ummæli í útlandinum, og bæði hava eyðsýndar tónleikaligar dygdir.

Talan er um Eivør Pálsdóttir og Teitur Lassen, sum í kvøld fara at spæla saman á konsert í Norðurlandahúsinum.

Konsertin er partur av Listastevnu Føroya, sum fór av bakkastokkið mikudagin, og Eivør og Teitur skulu í kvøld fyri fyrstu ferð spæla saman á konsert.

Teitur er búsitandi í Danmark, og hann ferðast nógv í útlandinum. Hann leggur alla orku í tónleikaliga arbeiðið, og tað hevur longu borið frukt.

Teitur gjørdi fyri stuttum eina útgávuavtalu við eitt plátufelag í Los Angeles, og hann er eisini sloppin fram at í útlendskum sjónvarpi.

Millum annað hevur Teitur havt tveir sangir hjá sær við í sjónvarpsrøðini »Jack and Jill«, sum Warner Brothers framleiða.


Góð ummæli

Eivør Pálsdóttir er kend sum sangari í rockbólkinum Clickhaze, men hon hevur eisini givið eina solofløgu út, og hon hevur eisini ferðast víða við sínum egna bólki, sum spælir tónleik, sum leggur seg meira á jazz- og popbógvin.

Tá Clickhaze luttók á donskum festivali fyri nøkrum vikum, síðani vóru ummælini av avrikinum hjá Eivør serstakliga góð. Danir halda, at tað er so stórt potentiali í songkvinnuni úr Gøtu, at hon fyrr ella seinni fer at fáa gjøgnumbrot uttan fyri Føroyar.

Sama skoðsmál hevur Teitur eisini fingið, og hann stríðist fyri sínum møguleika í útlandinum.

Men nú verða tey bæði at síggja og hoyra á heimligum palli, og tað verður í kvøld, tá konsertin við teimum verður í høllini í Norðurlandahúsinum kl. 21.00.