Teitur og Jóannes boðsendir

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Teiti Matras Gestsson og Jóannesi Kalsø Danielsen til landsdystirnar móti Póllandi og Moldova, skrivar Fótbóltssambandið

Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ verður partur av landsliðshópinum til dystirnar móti Póllandi og Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Teiti Matras Gestsson og Jóannesi Kalsø Danielsen til landsdystirnar móti Póllandi og Moldova, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Fyrr í vikuni setti A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson navn á 22 av teimum 24 spælarunum, ið skulu mynda føroyska hópin til EM-undankappingardystirnar móti Póllandi og Moldova.

 

Hósdagin 7. september spæla Pólland og Føroyar á PGE Narodowy leikvøllinum í Warszawa, og sunnudagin 10. september klokkan 17:00 vitja moldovar á Tórsvølli.

 

Á tíðindafundinum í samband við landsliðsúttøkuna boðaði venjarin samstundis frá, at seinni í vikuni fóru tveir spælarar afturat at verða kunngjørdir. Og nú er greitt, at Teitur Matras Gestsson úr HB, og Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ vera í hópinum til komandi landsliðsuppgávur.

 

Teitur Matras Gestsson er higartil skrásettur fyri 22 A-landsdystir fyri Føroyar, meðan Jóannes Kalsø Danielsen er skrásettur fyri níggju dystir. Atgongumerki til dystirnar móti Póllandi og Moldova fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Umframt vanligu atgongumerkini til dystin móti Moldova, verður hesaferð eisini møguleiki at keypa atgongumerki til børn. Kostnaðurin fyri barnaatgongumerki er einans 50 krónur, og verða seld í bólkunum 107 og 108, og í bólkunum 114 og 115.

 

Hópurin:

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn

 

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík

 

Gilli Rólantsson Sørensen, Vejle BK (Danmark)

 

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

 

Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn

 

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

 

Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík

 

Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn

 

Hørður Askham, AB (Danmark)

 

Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

 

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

 

Andrass Johansen, B36 Tórshavn

 

Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn

 

Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

 

Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)

 

Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)

 

Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

 

Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ verður partur av landsliðshópinum til dystirnar móti Póllandi og Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen