Teitur og McGooner í Keypmannahavn

Í kvøld, 18 apríl, byrjar fríggjadagsrockurin í Tivoli, og lagt verður út við ongun minni enn Teiti Lassen, men annað hendir eisini í danska høvuðsstaðnum Teitur fer á pallin kl. 22:00. Er ein staddur í Keypmannahavn og hevur ein fingið blóð á tonnina til meira livandi tónleik fríggjakvøldið, so spælir bretin Alan McGooner á Skarv frá kl. 01, har hann fer at undirhalda við Whiskey in the Jar, Wilde Rower og øðrum góðum slagarum, sum hann plagar at seta lív í Skarvin við.