Teitur og amerikanski Nico Muhly hava saman gjørt verkið Confessions.
Hetta var, stutt sagt, ein verkætlan, har viðmerkingar til youtube-sjónbond eru tekstur til symfoniskan tónleik.
Nú hava Teitur og Nico framført verkið í samband við Spotfestivalin , og teir fingu hjálp frá Aarhus Symfoniorkester.
Ummælari á danska tónleikatíðarritinum Gaffa dámar væl verkið, hugskotið, framførsluna og føroyska sangaran, og gevur 5 stjørnur afturvið rósandi orðum.
Ummælið kann lesast á gaffa.dk, men m,a, verður sagt, at:
Højdepunktet må være Teiturs selvudnævnte favorit If You Wait a Little Longer, der med simpel instrumentation og færingens stemme fortæller historien om en mand, der vil tælle til det uendelige.
Som koncept er værket en lille genistreg, og udførelsen er da også næsten perfekt, på trods af enkelte ensformige passager.